Í november hava útlendsk skip veitt 24.989,5 tons í føroyskum sjóøki. Av hesum er nógv tann størsti parturin svartkjaftur. Útlendsk veiðifør hava nevniliga fiskað 24.595,4 tons av svartkjafti við Føroyar í november. Frá svartkjafti og niður á 2. plássið, ið er blálonga, er lopið langt. Blálongufiskiskapurin við Føroyar hevur í november verið 101,9 tons.
ES
Skip úr ES londum hava fiska nógv við Føroyar, og er Bretland tað landið, ið eigur tann størsta partin av ES fiskiskapinum her á leiðum. Av samlaðu ES veiðuni kring Føroyar í november, ið er 7.883,9 tons, hava bretsk skip fiskað 7.601,8 tons. Hitt ES-landið, ið hevur fiskað við Føroyar í november, er Frakland. Háland, Danmark og Týskland hava ikki fiskað nógv við Føroyar í ár, og hava tey als ikki fiskað her í november.
Ikki ES
Av skipum uttanfyri ES, eru tað Noreg og Russland, ið fiska nógv mest við Føroyar. Noreg hevur í november fiskað 8.060 tons við Føroyar og Russland hevur fiskað 7.095,6 tons. Afturat hesum báðum londunum, hevur Ísland eisini fiskað við Føroyar, og er parturin hjá íslendingum í november 1.950 tons.
Nærum øll tann útlendska veiðan í november hevur verið svartkjaftur, og er tað sama galdandi fyri árið higartil.