Veiðan er steðga

Ólógliga gágguveiðan á Oyndarfirði er steðgað. Vinnumálastýrið hevur syrgt fyri, at bátarnir, sum fiskað hava, ikki koma aftur, sigur landsstýrismaðurin

 

Gágguveiða

Ólógliga gágguveiðan á Oyndarfirði, sum Sosialurin skrivaði um hósdagin, er nú steðgað, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.

Landsdjóralæknin hevur havt samband við teir, sum fiskað hava á Oyndarfirði, og teir eru nú givnir at fiska gággur har, sigur Bjarni Djurholm frá landsdjóralæknanum.

Annars sigur Bjarni Djurholm, at í Vinnumálastýrinum eru tey ikki heilt samd við tí, Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfirði, segði í samrøðu við Sosialin hósdagin.

Hann segði seg hava fingið at vita frá Vinnumálastýrinum, at har høvdu tey ikki tíð at syrgja fyri sóttreinsan av bátunum, sum lógu í havnini í Oyndarfirði. Hinvegin fekk hann oyðibløð sendandi, sum hann kundi fylla út og skrivað undir, samstundis sum hann sjálvur sóttreinsaði báratnar. Men tað helt hann seg ikki hava skyldu og førleika til.

Bjarni Djurholm sigur, at Vinnumálastýrið ikki hevur sagt, at tey ikki hava tíð at gera sítt arbeiði.

Hann váttar, at eitt ávíst samskifti hevur verið millum Vinnumálastýrið og borgarstjóran í Oyndarfirði. Men borgarstjórin hevur fingið at vita, at tað er sera trongligt við arbeiðsorku í Vinnumálastýrinum. Tað er bara ein djóralækni afturat landsdjóralæknanum, meðan arbeiðsuppgávurnar eru vaksandi. Og tað ger tað sjálvandi trupult at náa runt allastaðni, sigur Bjarni Djurholm.

Men arbeitt verður í løtuni við at leggja tað "operativa virksemið", sum landsstýrismaðurin málber seg, út til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Eisini verður í næstum lýst eftir einum djóralækna afturat, sigur Bjarni Djurholm. Tá skuldi støðan gjøstt munandi betri á veterinera økinum, væntar hann.