FUGLAVEIÐA
Hetta er tíðin, tá veiðan eftir svartfugli júst er byrjað. Loyvt er at skjóta lomvigu, álku og lunda í tíðarskeiðnum frá 1. oktober til 20. januar. Fuglaveiða fer annars fram eftir løgtingslóg nr. 27, sum er frá 9. september í 1954 við onkrum seinni broytingum.
Ein onnur fuglaveiða, sum eisini hevur áhuga millum menn, er veiða av skarvi, har skjóting er loyvd í tíðarskeiðnum frá 1. oktober til 30. november.
Sagt verður, at væl hevur verið at fingið av lomviga onkrar dagar, og eisini hevur ljóðað, at menn hava fingið væl av skarvi.
Svartfuglur er sera góður og forkunnugur matur.
Í betri tíðini av árinum ásetir fuglaveiðilógin, at eingin skjóting skal fara fram undir fuglabjørgum nærri enn tríggjar fjórðingar úr nærmasta landi. Hetta er galdandi í tíðarskeiðnum frá 15. mars til 31. august.
Henda áseting er sjálvandi fyri, at fuglur, sum tekur land og seinni fer at reiðrast, skal fáa frið í bjørgunum.
Traditiónir – og tó
At veiða fugl er í ein ávísan mun bundið at traditiónum – alt eftir hvørji økir í landinum, talan er um. Í ávísum bygdum og økjum eru fuglabjørg knýtt at staðnum, og her er tað serliga lundi, sum verður fleygaður. Í sínari tíð drógu menn eisini lundapisur.
Har lomvigabjørg eru, var vanligt at taka egg, og í summum bygdum og økjum var eisini vanligt at fara eftir nátaeggum og nátugum, áðrenn hesir flugu av rókini.
So hvørt, sum bátarnir fingu motor og gjørdust betri, fór ein størri partur av fuglaveiðini fram á sjónum, antin við byrsu eftir svartfugli ella við glúpi eftir nátungum.
Í summum bygdum hevur eisini verið vanligt um heystarnar og vetrarnar at skjóta bakskura, valmása og likkuskura.
Meðan tað traditiónsbundnað kanska serliga fevnir um fuglaveiði í bjørgum, urðum og skorum og tøku av nátungum á sjónum, er skjóting av lomvigu kanska hin minst traditiónsbundni parturin av fuglaveiðini.
Ymiskir hættir
Tær nýtist ikki at vera vaksin upp á plássum, har fuglaveiða var ein partur av tilveruni, fyri at loysa bátin og fara tær ein túr út í fjørðin at skjóta svartfugl.
Tað er tí ikki minst í Havn, har talið av bátum er rættiliga stórt, at tú sært menn fara út at skjóta svartfugl, tó at eingin gomul traditión neyðturviliga liggur aftan fyri hesa veiði hjá býarfólki.
Einki skal tó takast frá monnum úr øðrum bygdum og økjum í landinum, sum so sanniliga eisini dúva upp á hesa veiði, nú loyvt er aftur at skjóta svartfugl.
Tað eru menn, sum millum ár og dag royna allar veiðihættir og dáma alla fuglaveiði líka væl, meðan aðrir kanska bara skjóta svartfugl, taka nátungar við glúpi á sjónum ella veiða lunda við stong, tá tann tíðin er.
Í hesi grein verður ikki nomið var aðrar aldargamlar veiðihættir, sum eitt nú eru fygling og snaru. Heldur ikki verður súluveiða tikin við í hesi grein.