Vegurin verður stongdur í ein tíma

Ein lastbilur er gliðin útav í hálkuni

Nakað síðani varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein lastbilur var gliðin út av á veg ímillum Selatrað og Morskranes. Løgreglan sigur, at tað merkir, at har er ikki koyrandi fyrr enn bilurin er tikin upp aftur. Løgreglan væntar, at vegurin fer at verða stongdur í umleið ein tíma, ella til umleið klokkan 10 í morgun