Tað verður ikki bara, sum at siga tað hjá danska manslandsliðnum í hondbólti at vinna seg til olympisku leikirnar, sum verða í Rio de Janeiro í Brasil komandi summar.
8. til 10. apríl skal Danmark kappast við Noreg, Kroatia og Bahrain í einum bólkaspæli, har bert tvey tey ovastu liðini kvalifisera seg til OL-endaspælið.
Og tað kann gerast meir enn torført hjá høvuðsvenjaranum, Guðmundi Guðmundssyni og danska liðnum at vinna seg til OL-endaspælið, tí Kroatia vann bronsu í EM-endaspælinum, sum var í Póllandi, og Noreg gjørdist nummar fýra. Danmark gjørdist bert nummar seks. Kappingin um tey tvey plássini kemur uttan iva at standa millum Danmark, Noreg og Kroatia.
Enn er ikki avgerð tikin um í hvørjum landi hesin OL-undanbólkurin verður avgreiddur.











