Við postinum í vikuni kom bóklingurin “Vegurin til himmals” eftir Åge M. Åleskjær. Tað er Traktatgrunnurin, sum hevur givið bóklingin út á føroyskum.
Åge M. Åleskjær er føddur í Sarpsborg í Noregi í 1950. Hann er stovnari av Oslo Kristne Senter, sum í dag hevur fleiri túsund limir.
Hann ferðast sum evangelistur og bibliulærari kring um heimin.
Bóklingurin, sum er 40 blaðsíður við teksti og tekningum, er prentaður hjá Prenta í 20.000 eintøkum.
Sum yvirskriftin sigur, er endamálið við bóklinginum at vísa á vegin til himmals, og útgevararnir vóna, at bóklingurin verður væl móttikin og verður onkrum til signingar.










