Í Skálafirði: - Hetta vegastrekkið gjøgnum bygdina er heilt við síðuna av!, staðfestir borgarstjórin.
Hann skýrir vegin gjøgnum bygdina sum lívshættisligan, har garðarnir hjá fólki koma heilt út ímóti vegjaðarinum og har nógv tung ferðsla fer hvønn einasta dag.
Fyri fólkið í bygdini er tí av størsta týdningi, at okkurt verður gjørt fyri at betra um ferðslutrygdina, áðrenn nakar álvarsamur skaði stendst orsakað av hesum.
Í Runavíkar býráði hava tey ikki beinleiðis viðgjørt málið um vegaføringina gjøgnum bygdina í Skálafirði. Tað hevur hinvegin allatíðina verið ætlanin at ein vegur skuldi gerast út um bygdina.
- Spurningurin er bara nær peningur verður játtaður til eitt slíkt arbeiðir, sigur Hans J. Lamhauge.
Nógv ferð – nógv ferðsla
Í tveimum greinum fyrr í mánaðinum vístu vit á umstøðurnar ella trupulleikarnar hjá fólkinum í Skálafirði, orsakað av teirri nógvu og tungu ferðsluni gjøgnum bygdina.
Hvønn einasta dag koyra í minsta lagi 1700 bilar gjøgnum bygdina. Og tað verður ikki altíð koyrt eftir umstøðum ella lógum.
Ein sum harmaðist um hetta var skálafjarðarmaðurin, Almfinn Jacobsen. Við Sosialin tók hann millum annað soleiðis til:
- Vit uppliva hesar stóru lastbilarnar koyra bæði 70 og 80, hóast mest loyvda ferð er 50. Og so møtast teir eisini á hesum vegnum, sum í roynd og veru ikki er stórt breiðari enn ein lastbilur, segði hann.
Ynskið hjá fólkinum í Skálafirði er at fáa landsvegin lagdan út um bygdina, í eini leinging av breiða vegnum millum Strendur og Skála og víðari í landsvegin Millum Fjarða.
Hóast eingin peningur er játtaður á fíggjarætlanini fyri 2008, so eru kortini útlit fyri at ein játtan verður á fíggjarlógini næsta ár.