Vegurin opin aftur

Mánamorgunin klokkan sjey lat Viðareiðisvegurin upp aftur fyri ferðslu. Áarførið var minkað nakað, men framvegis er nógv vatn á vegunum. Fólk frá Landsverki brúktu dagin til at fáa vatnið burtur. Sigast skal eisini, at vegurin var opin sunnudagin, men tá heitti Landsverk Føroya á fólk um bert at koyra, um tey høvdu neyðsynjaørindi.
? Tað er nógv vatn á vegnum enn, og tvørrennurnar eru tiptar, sigur Ernst Vágsgarð, vegaformaður í norðoyggjum.
Hóast vegurin lat upp aftur mánamorgunin, so gjørdi Landsverk av ikki at loyva stórum bilum norðurum. Eitt nú koyrdi skúlabussurin ikki.
Annars sigur Ernst Vágsgarð, at fólk hava verið sera umhugsin hetta vikuskiftið, meðan áaførið hevur vart.
? Tey hava ikki koyrt nógv, og tá tey eru farin, hava tey sýnt størsta varsemi, sigur hann.
Mánamorgunin varð vegurin til Múla stongdur, tí har var eisini omanlop mánanáttina.
? Men tað verður so at bíða, til vit hava fingið bøtt um støðuna á Viðareiðisvegnum, sigur vegformaðurin í Norðoyggjum.
Viðareiðisvegurin sjálvur fekk skaða í einum staði, har vegfóturin var farin, men annars er fyri tað mesta bert talan um nógv grót og vatn, sum liggur á vegnum.