Vegurin oman í Botn í Suðuroynni, har Føroya elsta elverk stendur, er vandamikil í løtuni, orsakað av kavaveðrinum, ið hevur havt omanlop við sær.
Vágs kommuna skrivar soleiðis á síni heimasíðu, vagur.fo:
Vágs Kommuna heitur á bilførar um ikki at koyra eftir vegnum oman í Botn. Vegurin hevur fingið skaða orsakað av omanlopi.
Inntil at vegurin er umvaldur verður frámælt at koyra eftir vegnum.











