Vegurin og ferðin

Klumma: Tað er lívið og ferðin, tað snýr seg um. Ikki endiliga málið.

Tá ið skotski fótbóltsvenjarin Jock Stein í sjeytiárunum hevði vunnið enn eitt meistaraheiti við Celtic, segði ein journalistur við hann: “Hetta var eitt fantastiskt kappingarár”.

Jock Stein hugdi upp á hann og svaraði: “Ja, men hvat skal eg gera næsta ár?”

Vit hava øll upplivað at nátt einum máli – størri ella minni. At hava stríðst fyri nøkrum og vunnið fram. Tað er ein góð kensla umsíðir at standa á málinum. At viðurkenna sítt egna avrik. At fegnast og njóta tað eina løtu. Men hvat so? Var tað stríðið vert? Og hvar fara vit so?

Lukkan er langt frá altíð málið í sær sjálvum. Lukkan snýr seg í størri mun um vegin ímóti málinum. Um at njóta og uppliva ferðina. Og ferðin snýr seg um at liva og uppliva, læra og leita, menna og mennast. Vit skulu varnast tað og tey, vit hava við at gera. Merkja og fata smáar sigrar, góðar løtur og beisk tap. Koma víðari, fóta okkum og halda áfram á ferðini. Tað er lívið og ferðin, tað snýr seg um. Ikki endiliga málið.

Heilt keðiligt kann tað blíva, tá ið vit seta okkum mál ella fara á eina ferð, sum umstøðurnar onkursvegna krevja av okkum. Tá ið vit halda okkum skulu liva upp til nakað, sum onnur forvænta. Skulu gera nakað, sum gevur okkum prestisju, pengar ella viðurkenning – men ikki er akkurát tað, vit sjálvi vilja.

Skuldu vit sagt tað við stórum orðum, so snýr tað seg um at liva og doyggja fyri tí, mann veruliga vil sjálvur og brennir fyri. Tá kanst tú verða lukkuligur.

Eitt septemberkvøld í 1985 spældi Skotlandi avgerandi undankappingardyst í fótbólti ímóti Wales. 62 ára gamli Jock Stein var venjari, og Skotland skuldi hava javnleik fyri at sleppa við til HM endaspælið í Mexico árið eftir. Wales hevði lagt seg á odda, men tá ið 10 minuttir vóru eftir at spæla fekk Skotland brotsspark. Nú skuldi Davie Cooper bjarga skotska liðnum og tjóðini. Jock Stein sat á beinkinum og fylgdi gongdini – eitt sindur bleikur og stúrin. Men Cooper gjørdi tað, hann skuldi. Hann skoraði og sendi Skotlandi til HM endaspælið. Fagnaðurin millum teir 12.000 skotarnar á Ninian Park í Wales var øgiligur, og Jock Stein fór eisini á føtur og fegnaðist. Síðani small hann um. Hann varð borin inn í skiftingarrúmið, og lækni var hjá honum.

- Alt er í lagi. Eg havi tað betur nú, segði Jock við læknan.

Tað vóru hansara seinastu orð. Løtu seinni doyði hann.

Jock Stein livdi - og doyði - fyri tí, sum hann brendi fyri. Og hann gjørdi tað, sum hann fram um alt annað vildi gera. Ikki bara tí, hann skuldi náa einum máli. Men tí hann stórtreivst á ferðini.