Sverri Egholm skrivar í Birting 2000 m.a. " Í 1921 farið undir at fullføra vegagerðina millum Kvívík og Kollafjørð. Í 1943 komið so langt við vegagerðini millum Kvívík og Vestmanna, at bert eitt stutt strekki var eftir í Gassádali.
Men umsíðir tann 7. mai 1944 koyrdi Carl A. Jensen í Kollafirði sum tann fyrsti út til Vestmannar við ferðafólki. Liðugur var vegurin ikki fyrr enn seinni".
Tann 27. mai 1944 varð so vegurin tikin alment í nýtslu. Annfinn Bláhamar í Vestmanna, sum tá bert var 4 ára gamal, var við í Chevrolet lastbilinum hjá pápanum, Fríðriki Bláhamar, hendan dagin tá teir sum ein av fyrstu bilunum koyrdu í gjøgnum til Kvívíkar.