Vegurin í sambandi við nýggja Hvalbiartunnilin, lýkur øll krøv.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Johan Eli Poulsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hví tað eru so nógv sving á vegnum úr Hvalba, niðan ígjøgnum dalin, til tunnilsmunnan.
Les eisini: Vil hava at vita hví vegurin ikki er beinari
Jørgen Niclasen sigur frá Landsverki, at vegurin er lagdur soleiðis fyri at sleppa undan at fara ígjøgnum tað dyrkaða lendið og síðani bendist vegurin burtur frá ánni, tá komið er longur inn í Dalin.
Hetta er ein orsøk til, at vegurin hevur fleiri smærri sving.
Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk ger vart við, at vegurin lýkur øll krøv og smáu svingini hava ikki avleiðingar fyri ferðsluna.
Vegurin er framtíðartryggjaður, tí hann er lagdur soleiðis, at hann kann knýtast í ein ringveg í Hvalba, Sostatt er hann fyrireikaður til at øll ferðslan til og úr Suðuroyar, fer henda vegin, tá ið Suðuroyartunnilin er gjørdur.