Náttklubb
Í fríggjadagsblaðnum skrivaðu vit, at eftir øllum at døma kundi Todi Jónsson í næstum skrivað diskoteks-eigari á navnaspjaldið hjá sær, og fríggjadagin vórðu tíðindini so staðfest.
Tríggir eigarar
Føroyski landsliðlsleikarin er tó ikki einsamallur eigari av nýggja staðnum. Umframt Toda er talan um Suna S. Reinert og Martin Ansbjørn, sum báðir hava royndir á økinum, og verða tað helst fyrst og fremst teir báðir, sum koma at standa fyri rakstrinum av JackWays, sum náttklubburin nú er doyptur.
Suni Reinert, sum annars hevur verið í læru hjá eini stórari café- og matstovuketu í Danmark sigur við Sosialin, at ætlanin við hesum fyrst og fremst er at skapa eitt stað, har føroyingar í danska høvuðsstaðnum kunnu savnast.
- Hetta er sjálvandi ikki nakar nýggjur tanki hjá okkum. Vit hava í eina tíð leitað eftir hóskandi hølum til endamálið, og hesi halda vit nú, at vit hava funnið, sigur Suni við Sosialin.
- Fyrst og fremst er ætlanin, at hetta skal vera eitt stað fyri føroyingar. Sjálvandi eru øll vælkomin inn á klubban, men í stóran mun hava vit lagt okkum eftir, at talan skal verða um eitt føroyskt stað. Tað vil siga, at vit hava føroysk starvsfólk, og sjálvandi er ætlanin eisini, at føroyskar vørur skulu vera at fáa.
Skal verða ?staðið?
Um hølini, sum teir nú hava keypt, sigur Suni, at teir eru sera væl nøgdir við umstøðurnar. Bæði innan og uttan.
- Hóast tað er rættiliga miðskeiðis í býnum, so er hetta kanska ikki eitt stað, sum tú bara dettur inná, og tað er sum so heldur ikki ætlanin. So skuldu vit hildu til á Strøgnum, men tá kundu vit so akkurát tað sama gloymt alt um, at hetta mest skal verða til føroyingar.
- JackWays, sum klubbin eitur liggur á Hauser Plads, beint við síðuna av Stk. gertrud matstovuni, sum er ein av teimum heldur dýraru matstovunum í býnum.
- Upprunaliga vóru tað eisini eigararnir av Gertrud, sum gjørdus náttklubban, sum tá æt Kapellet, og ætlanin við hesum var fyrst og fremst, at hava sama kundaskara, sum helt til á matstovuni. Hetta gekk tó ikki heilt so væl, sum ætlað, og tá fíggjarliga grundarlagið ikki var í lagi, sóu tey seg noyddan at steingja.
Hetta er tó ikki nakað, sum hevur tikið móti frá teimum trimum. Suni vil ikki upplýsa, hvat íløgan hjá teimum er, men hann sigur tó somikið, at tað skulu heilt fitt av vitjandi til, fyri at fáa alt at mala runt.
- Hølini hava rúm fyri eini 300 fólkum, og fyri at alt skal ganga upp, so skulu vit helst hava fult hús í øllum førum leygardagar. Tað rokna vit tó eisini við fer at bera til, tí tað eru hóast alt nakrir túsund føroyingar í Keypmannahavn, og fáa vit hetta at verða ?staðið? sum hesa fara, tá tey fara í býin, so eru vit ikki bangnir um, at tað ikki skal bera til.
- Vit hava veruliga roynt at gjørt hetta til eitt stað, sum hóskar seg til føroyingar. Bæði Martin og eg hava royndir innan yrki frá Føroyum, men eg haldi ikki, at tú kanst samanber hetta við nakað av føroysku dansistøðunum. Sjálvandi eru onkur hugskot fingin í Føroyum, men eg haldi, at vit hava fingið eitt stað, soleiðis sum vit kundu hugsað okkum, at eitt føroyskur klubbi skal verða, og so er bara at vóna, at tað eisini eru onnur, sum dáma hetta eins væl.
Sjálvur bygningurin, ið sum sagt hevur rúm fyri 300 fólkum, er knappar 300 fermetrar til støddar. Talan er um tvær hæddir, men hvør hædd er harafturat býtt sundur í minni sektiónir, so hóast talan ikki altíð er um fult hús, so ber væl til at gera hølini hugnalig.
Opna komandi vikuskiftið
Longu komandi leygardag verður fyrsti dagurin, at JackWays verður opið, og einki er at ivast í, at í nógvir føroyingar fara at kanna sær umstøðurnar.
Eitt gott høvi hjá nýggju eigaraunum verður tað helst eisini, nú hópur av føroyingum fara niður at hyggja at dystinum millum FCK og Brøndby, og sum skilst á Suna, so ætla teir at hava opið, meðan stóra ferðalagið er í Danmark.
- Loyvið hjá okkum er soleiðis, at vit bert kunnu hava opið fríggja- og leygardag, men harafturat kunnu vit hava opið tá halgidagar eru, so møguleiki skuldi verið fyri at havt dyrnar opnar hesar dagarnar, og so er bara at vóna, at nógv leggja leiðina framvið, sigur hann at enda.









