Vegurin fer á landsstýrisfund

Annika Olsen, landdstýriskvinna er sum lús millum tvær negl. Samgongan vil ikki játta eitt oyra meira 1nn 40 mió. krónur til Leirvíksvegin, men leirvíkingar hava krav upp á endurgjald fyri mista bátahylin

Landsstyriskvinnan Annika Olsen varð kløkk, tá ið hon frætti, at Eysturkommuna ikki er sinnað at leingja loyvið hjá Norðoyatunlinum at brúka vegin frá tunnilsmunnanum til Hagaleitisvegin.
- Eg visti ikki betur enn, at vit vóru í einum dialogi, sigur hon.
Leirvíkingar hava kravt at fáa nýggjan bátahyl aftur fyri bátahylin, sum fer at nýggja ætlaða vegnum. Nýggi bátahylurin er mettur at kosta 10 mió. krónur, og á fundi í januar heitti Annika Olsen á Landsverk um at tosa við Eysturkommunu um at fáa kostnaðin niður.
- Eg havi finguð greið boð frá samgonguni um, at vegurin ikki má kosta meira enn tær játtaðu 40 milliónirnar, og tí kann eg ikki ganga við til at gera ein bátahyl fyri 10 mió. krónur. Men høvdu vit kanska kunna møtst á miðuni, so kotnaðurin bleiv 45 mió. krónur, hevði tað kanska gingið, sigur Annika Olsen.
Hon hevur møguleikan at skera ígjøgnum og bara gera vegin og so gloyma alt um bátahylin. Men tað ber heldur ikki til.

Ræðist endurgjaldskrav
- Tað gongur ikki, tí gera vit tað, minnir tað um ognartøku, og so kunnu vit vænta at fáa endurgjaldskrav frá kommununi, sigur Annika Olsen.
Hon er farin undir at fyrireika málið at leggja fram á komandi landsstýrisfundi, sum verður mánadagin í næstu viku.
Annika Olsen svarar ikki ítøkiliga, um tað hevði borið til at stongt vegin, soleiðis at eingin ferðsla leppur gjøgnum Norðoyatunnilin. Hon hugsar meira um at finna eina loysn, sum øll kunnu liva við.