Vegurin fór undan bussinum

Ein bussur fór útav á Skipanesi fyri løtu síðani

Tað sær kanska dramatiskt út á myndunum undir hesari greinini, tá ið ein bussur fór av vegnum við Skipanes seinnapartin í dag. Men vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein fráboðan er komin, tó at tað einki er at tosa um. 

 

 

- Vit hava fingið fráboðan um, at vegurin fór undan bussi á Skipanesi, men tað var als eingin skaði av hendingini, sigur vakthavandi. 

 

 

Fólk á staðnum hava sjálvi fingið bussi uppaftur á vegin og avstað. Sí myndirnar undir greinini