Nú skal vegurin tvørtur um Sandin í Vági flytast.Hann hevur altíð ligið dygst framvið sjálvum Sandinum, men á fundi mikukvøldið samtykti Vágs Býráð at flyta vegin longur vestur.
Nú farið er undir arbeiðið at fríðka Trýkantin, har m.a. nýggjársbálið verður brent, hevur býráðið eisini biðið Landsverkfrøðingin gera eina meting av, hvar vegurin tvørturum Sandin liggur frægast.
Vegurin tvørturum Sandin er bindiliðið ímillum bygdirnar sunnanfyri og Vág- og bygdirnar norðanfyri og er sostatt ein høvuðsvegastrekki í Vági.
Landsverkfrøðingurin heldur, at tað er óheppið at vegurin liggur dygst framvið mølini.
Landsverkfrøðingurin hevur heldur tí, at tað er frægast at leggja vegin longur vestur og at binda í sjálvan høvuðsvegin í Vági nakað vestan fyri Báruna.
Landsverkfrøðingurin heldur, at hetta evur eina betri vegaføring. Men samstundis verður vegurin leysur av mølini og økið, har Trýkanturin er, og har vegurin nú liggur, kann gerast til eitt fríøkið.
Forkemur grasvølli
Avgerðir í Vágs Býráð eru oftast einmæltar. mn í hesum málinum kom split í.
Tí tann eini býráðslimurin, Páll Augustinussen, var avgjørdur ímóti hesi ætlanini.
Hann segði, at verður vegurin lagdur, soleiðis, sum landsverkfrøðingurin vil, kemur hann at liggja ígjøgnum eina av teimum heilt fáu, grønu blettunum, sum eru eftir í Vági.
Men hann hugsaði eisini um framtíðina.
Hann segði, at einaferð verður tað eitt krav, at fótbóltur verður spældur á grasvølli og tískil fer eisini krav sett vágbingum um at útvega ein grasvøll.
Men stykkið, sum vegurin nú skal ígjøgnum er avgjørt einasta plássið í Vági, har tað ber til at gera ein grasvøll.
So verður vegurin lagdur, fer tað at forkoma øllum møguleikum at gera grasvøll í í Vági, tá ið tann tíðin kemur
Hann skeyt ístaðin upp at fylla Sandin upp uttanfyri vegin, har hann nú liggur, tí so bar tað væl til at gera ein tíðarhóskandi veg har.
Hann vísti eisini á, at Sandurin var altíð so skitin av øllum tí, sum rak á land, at tað gjørdi onki, um tað varð fylt upp.
Men royndirnar hjá Páll Augustinussen hjálptu einki tí ein meiriluti av býráðnum samtykti ætlanin.










