Vegur til nýggja útstykking í Árnafirði

NH-Grevstur fer nú í holt við at gera ein veg inn á eitt økið uppi á Lánni í Árnafirði, har møguleikar eru fyri fleiri grundstykkjum til sethúsabygging. Hin 30. november í ár varð sáttmáli undirskrivaður míllum NH-Grevstur og Klaksvíkar kommunu um grevstur og planering av einum vegateini upp á 130 metrar inn frá landsvegnum og inn á Lánna í Árnafirði.

Talan er um ein veg inn á eitt økið, har møguleikar eru fyri fleiri sethúsagrundstykkjum oman fyri vegin, meðan bygdarhúsið í Árnafirði verður staðsett niðan fyri henda vegatein.

Tað vóru Gunvá við Keldu, borgarstjóri og Rógvi Josepsen, stjóri í fyritøkuni NH-Grevstur, sum undirskrivaðu sáttmálan.

NH-Grevstur fer at gera arbeiði, sum byrjar beinanvegin.

Úr Klaksvík verður sagt, at miðjað verður eftir at hava arbeiðið liðugt um ársskiftið.