Arbeiðsbólkurin vísir á, at vegskatturin verður í dag goldin sum eitt fast hálvárligt gjald, uttan mun til hvussu nógv bilurin koyrir. Tað er stór umsiting av einum slíkum gjaldi, tí Bileftirlit Føroya skal hálvárliga senda girokort til eigaran av hvørjum einstøkum bili. Verður ikki goldið til tíðina, skulu rykkjarar sendast út og verður kortini ikki goldið, verður løgreglan biðin um at klippa nummarspjøldrini av viðkomandi bili.
_ Tað hevði verið rættari at lagt vegskattin yvir á bensin- og dieselprísirnar, soleiðis at vegskatturin verður tengdur beinleiðis at nýtsluni av bilinum og harvið eisini, hvussu nógv hvør einstakur bilur slítir vegirnar. Hetta hevði eisini spart nógva umsiting umframt at útlendskir bilar koma at rinda fyri slit á føroysku vegirnar, sigur arbeiðsbólkurin, sum arbeiðir við endurskoðan av punktgjøldunum og MVG-skipanini, so tey verða meira brúkara- og vinnuvinarlig.