Gjaldið fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, skal takast av, men afturfyri skal vegskatturin hækkast
Tað staðfestir Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin á landsfundinum hjá flokkinum i gjár, leygardagin.
Hann sigur, at verður vegskatturin hækkkaður einar 30 krónur fyri hvønn bil um mánaðin, kann tað verða ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Tað hevur mangan verið ført fram, at tað er ein politisk avtala, at tá ið Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru goldnir, skulu teir latast landinum og tá skal vera ókeypist at koyra ígjøgnum teir.
Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá fyrrverandi tingmanninum, og tá ið nakar hevur róð framundir, at bummgjaldið ikki skal avtakast, hevur hann beinleiðis kallað tað eina krígsavbjóðing.
Og á landsfundinum hjá flokkinum í gjár nýtti hann aftur høvi til at minna á politisku avtaluna um at avtaka bummgjaldið.
Men hann viðgongur kortini, at tunlarnir skulu undir øllum umstøðum røkjast
- Tað er einki, sum er ókeypis og tí skulu pengarnir til at halda tunlarnir fáast onkustaðni frá, sigur hann.
Men hann heldur seg hava funnið uppskriftina upp á hvussu tað kann gerast.
- Tað er ein loysn, eg haldi er etandi hjá øllum, sigur Marjus Dam.
Hann vísir á, at kosta tunlarnir eina millión at halda um árið fyri hvønn kilometur, kostar Vágatunnilin 4,9 milliónir um árið at halda um árið og Norðoyatunnilin kostar seks milliónir um árið at halda.
Marjus Dam heldur, at tann útreiðslan skal útjavnast á allar bilar í landinum.
Verður vegskatturin á hvørjum bili hækkast 13 krónur um mánaðin, ella 156 krónur um árið.
Og verður bummgjaldið fyri Norðoyatunnilin lagt afturat, kunnu einar 17 krónur leggjast upp á veggjaldið afturat fyri hvønn bil um mánaðin, ella 204 krónur um árið.
Tað vil siga, at verður vegskatturin á hvørjum bili hækkaður einar 30 krónur um mánaðin, ella 360 krónur um árið, er tað nóg mikið til at fíggja tað, sum tað kostar at halda báðar undirsjóvartunlarnar.
- Og so kunnu øll koyra ókeypis ígjøgnum teir báðar undirsjóvartunlarnar, sigur Marjus Dam.
- Skulu vit tosa um at menna landið, er tað neyðugt at halda gjaldið fyri at ferðast innanlands, so lágt sum gjøtligt.
- Og at útjavna allar útreiðslurnar til at halda tunlarnar, út á vegskattin til allar bilar í Føroyum, er ein lættur og einfaldur máti at gera tað ókeypis at koyra, sigur fyrrverandi løgtingsmaðurin í Vágum.
Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Samabandfloksins, og løgmaður, váttar, at politikarar hava skilt tað soleiðis, at tá ið tunlarnir eru goldnir, skuldu tað verða ókeypis at koyra.
Men hann staðfestir samstundis, at hetta er ikki greitt í lógini um tunlarnar.
Tískil skal ein politisk semja gerast um, hvussu undirsjóvartunlarnir skulu skipast í framtíðini.
Men hinvegin ivast Kaj Leo HolmJohannesen í um tað ber til at fáa semju um hugskotið hjá Marjus Dam.