Vegna føroyska fólkið eigur løgmaður at mótmæla mótvegis donsku stjórnini

Stendur tað til donsku stjórnina, ja so verður tað ikki leingi til til lógávan verður broytt, soleiðis, at samkynd kunnu giftast í donsku fólkakirkjuni. Hetta boðaði nýggi danski kirkjuministarin frá í “TV-avisen” mikudagin 18.10.11.

Fyri flest føroyingar, er hjúnarbandið at skilja, sum “bandið” millum mann og kvinnu. Men eftir øllum at døma, ikki so, í tí landi, ið vit eru í ríkisfelagsskapi við! Nú skal tað innan kirkjunnar gátt verða líka so náttúrligt at vígsla kann fara fram av samkyndum, sum tá maður og kvinna verða vígd!
Hetta er ein politisk avgerð , sum uttan iva fellur mongum føroyingi fyri brósti – óivað einum sera stórum meiriluta av føroyingum.
Á fólkatingsvalinum fingu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin umboðan á danating.
Hesir flokkar hava ikki hildið seg aftur at stuðla donskum stjórnum – tá hesir hava verið partur av parlamentariska grundarlagnum á Fólkatingi.
Àhugavert verður at síggja hvussu leikur hjá okkara umboðum á fólkatingi í hesum máli fer fram.
Danskir polittikkara hava áður beinleiðis lagt seg út í spurningar,ið hava verið til viðgerðar á Føroya løgtingi. Ja, eisini komnir til Føroyar fyri at gera sína ávirkan galdandi!! Teir hava ikki hildið seg aftur!
Nú er løtan, har løgmaður vegna føroyska fólkið eigur at mótmæla, at landið,ið vit eru í ríkisfelagsskapi við hevur ætlanir um at fremja slíka lóggávu, sum beinleiðis er ein háðan móti parti av ríkisfelagsskapinum og tí sum hjá flest føroyingum verður metta heilagt at vera!

Kuummiut 18.10.11