Heilsa & vælvera
Tær vóru grannar, floksfelagar og barndómsvinkonur og hava soleiðis kenst, siðan tær vóru børn. Seinni arbeiddi onnur í ferðavinnuni í nógv ár, og hin var radiografur á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum í mong ár.
Hvør í sínum lagi eru tær seinnu árini farnar undir heilt annað yrki, ið hevur við heilsu, trivnað og vælveru at gera. Onnur hevur útbúgvið seg sum massørur í mýking og strúking, og hin sum mensendieck-lærari.
Anna Maria Persson er útbúgvin massørur í 2005 og virkis-og ítróttarmassørur í 2006.
Malan Thomsen er útbúgvin mensendieck-lærari í 1999 og er soleiðis serkøn í kropsburði.
Báðar hava tær virksemi heima við hús, har Anna Maria hevur Viðgerðarstovuna í Hoyvík, og Malan bjóðar fólki til mensendieck-fimleik í egnum hølum. Fimleikurin verður fyriskipaður í smáum holdum, soleiðis at hvør einstakur fær sum mest burtur úr.
Vøddamýking
Klassiska massasjan hjá Onnu Mariu er ein samanrenning av mýking og strúking, sum betrar virkisføri, linnar pínu og avspennir vøddarnar. Massasjan virkar sissandi, avstressandi og hevur góða ávirkan á nervaskipanina. Hon styrkir kropsverjuna og kann lækka blóðtrýstið, samstundis sum hon stimbrar lymfurenslið og økir um blóðstreymin í vøddunum. Við øðrum orðum er hetta ein náttúrligur viðgerðarháttur ímóti strongd og spenningum, sum mong dragast við.
Mensendieck-fimleikurin, sum Malan bjóðar viðskiftafólki heima hjá sær, er individuellur fimleikur, sum fær kroppin í javnvág, samstundis sum vøddarnir verða vandir. Næmingarnir fáa frálæru í vøddum, liðbondum og teirra virki og gerast soleiðis meira tilvitaðir um kroppin. Ein mensendieck-lærari dugir at síggja, hvør tørvur er á venjing og hvar, soleiðis at kroppurin kemur í javnvág, samstundis sum heildin alla tíðina er við. Henda vitan verður sitandi í kroppinum, og dagligar rørslur verða ”umsettar” til fimleik. Kroppurin verður sterkari, fimari og rørslurnar gerast fríari við mensendieck-fimleiki.
Fimleikurin er góður, um tú eitt nú hevur trupulleikar við rygginum, músaskaðar, høvuðpínu ella diskusprolaps, men hann er eisini góður, um tú bara ynskir tær eina størri smidligheit og vælveru.
Vitanin, sum næmingarnir nema sær um liðir, vøddar og liðbond, verður sitandi í kroppinum, og dagligar rørslur verða ”umsettar” til fimleik. Kroppurin verður sterkari, fimari og rørslurnar gerast fríari.
Felags tænasta
Eftir at tær báðar, Anna Maria Persson, vøddamýkjari og Malan Thomsen, mensendieck-lærari, hava bjóðað viðskiftafólki og næmingum tænastu heima við hús, eru tær nú eisini farnar undir eitt felags tilboð til arbeiðspláss – í fyrsta lagi skrivstovufólk.
Anna Maria heldur fram við síni viðgerðarstovu, og Malan heldur eisini fram við tilboðnum um mensendieck-fimleik.
- Men saman bjóða vit okkum nú at veita arbeiðsplássum okkara tænastu á staðnum. Vit vilja fegnar vitja út á arbeiðspláss, har vit við okkara kunnleika vilja hjálpa fólki at rætta kroppin og vegleiða um eitt nú borð, stólar og teldu. Vit vilja hyggja at og vegleiða um, hvussu tú situr á stólinum, og hvussu arbeiðsamboðini standa. Neyðugt er ikki at skifta allar skrivstovumøblarnar út, men heldur brúka teir rætt. Við at nýta rættan kropsburð í arbeiðnum, verða røttu vøddarnir brúktir, meðan liðir og liðbond verða skánað. Soleiðis kunnu arbeiðsrørslurnar gerast til fimleikarørslur, sigur mensendieck-lærarin.
Hon vísir á, at tað finnast nógv sløg av fínum, sergjørdum og kostnaðarmiklum borðum, stólum og øðrum skrivstovumøblum, men kortini er eingin trygd fyri, at kroppurin fær tað betri av hesum.
- Mín uppgáva verður at læra fólk at seta stól, borð og teldu rætt, soleiðis at tey eisini kunnu brúka kroppin rætt. Hetta fyribyrgir trupulleikum – og er samstundis hjálp til sjálvhjálp, sigur Malan Thomsen.
Mýking á staðnum
Meðan Malan vegleiðir skrivstovufólk um hesi viðurskifti, er Anna Maria tøk til mýking og strúking, um fólk longu hava drigið á seg trupulleikar við spentum vøddum.
Anna Maria vísir á, at vøddaspenningar kunnu koma av mongum, eitt nú sitiarbeiði, einsháttaðum arbeiði, einum strongdum gerandisdegi, stúran, angist, irritatión og vánaligum trivnaði.
- Spenningar kunnu vera meira ella minni tilvitaðir og kunnu hava nógvar ymiskar trupulleikar við sær.
Hon sigur, at pína í ryggi, nakka, hondum, akslum, ørmum og beinum eru vanligir trupulleikar, tá vøddarnir eru spentir.
- Vit merkja eisini hesar spenningar sum stirvni og pínu í vøddum og liðum – og við darvaðum andadrátti. Avleiðingarnar kunnu verða svøvntrupulleikar, sum aftur føra til, at tú hevur trupult við at slappa av, vera virkin og njóta lívið, sigur Anna Maria.
Hon leggur aftrat, at klassisk massasja er ein samanrenning av mýking og strúking sum strekkir spentu vøddarnar.
Í síni tænastu til skrivstovufólk, fer Malan soleiðis at taka sær av tí fyribyrgjandi arbeiðnum, meðan Anna Maria tekur um endan hjá teimum, sum longu hava trupulleikar at dragast við.
- Jú, vit eru ógvuliga spentar upp á, hvussu undirtøkan verður fyri okkara tilboði. Fólk eru vorðin meira og meira tilvitað um likamið, og tí vænta vit, at arbeiðspláss fara at senda boð eftir okkum, siga tær báðar.
Mensendieck
Men hvat er mensendieck, og hvaðani kemur orðið og viðgerðin aftanfyri, kunnu vit spyrja.
Navnið stavar frá Bess Mensendieck, sum er fødd í USA. Sum ung fór hon til París í Fraklandi, har hon lærdi til myndahøggara. Tá hon arbeiddi við ”modellum”, undraði hon seg ferð eftir ferð yvir, at hesi brúktu vøddar og liðir óskynsamt. Hetta fylti so nógv í henni, at hon fór at lesa um anatomi.
Seinni legði Bess sítt lív í læknagerningin og stóð í nógv ár fyri eini granskingarverkætlan við eitt sjúkrahús í París. Teoriin aftanfyri verkætlanina var um nervalagið at aktivera forsømdar vøddabólkar í kroppinum, og tað er framvegis henda teoriin, sum liggur aftanfyri útbúgvingina á Mensendieck-skúlunum kring um heimin.
- Mensendieck-fimleikurin er ógvuliga effektivur og fer í dýpdina við vøddunum. Soleiðs er fimleikurin eisini ein háttur fyri styrkivenjing, bæði fyri tey, sum hava trupulleikar og tey, sum kenna seg frísk, sigur Malan Thomsen.
Anna Maria er onga løtu í iva um, at tilboðið, sum tær báðar nú marknaðarføra, er ein ógvuliga góð samantvinning av fyribyrging og viðgerð.
- Við okkara førleikum kunnu arbeiðspláss, sum taka av okkara tilboði, náa rættiliga langt, siga tær báðar, Anna Maria Persson og Malan Thomsen.