Ávegisskriving til sætta flokk

Triðja og seinasta bókin í røðini ?Kom og skriva? er nú komin

 

BØKUR

Røðin ?Kom og skriva?, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út, byggir á ávegisskriving, sum hevur til endamáls at økja um skriviførleika og skrivigleðina hjá einstaka næminginum. Birgit Arge og Lydia Didriksen, sum báðar eru lærarar, hava skrivað og Edward Fuglø hevur myndprýtt.

?Kom og skriva 3? er ætlað 6.-7. flokki. Fakliga er hon framhald av teim undanfarnu bókunum. Evnini í henni eru viðkomandi og ein avbjóðing fyri tann aldursbólk, sum hon er ætlað. Í ?Kom og skriva 3? er serligur dentur lagdur á at gera næmingarnar tilvitaðar um ymisk tekstsløg.

Bókin er í 6 høvuðspørtum. Til næmingabókina er lærarabók við hugskotum og leiðbeining.

?Kom og skriva 3? er 120 síður, hon kostar 140 krónur. Lærarabókin er 65 síður og kostar 84 krónur. Hestprent hevur umbrotið og Repro-Z hevur gjørt reproarbeiðið.