Múrverja
Kirkjubø:Múrnevndin er samd um tað ávegis tilmæli, hon í gjár lat landsstýrismanninum við mentamálum um verju og varðvetiting av Kirkjubømúrinum. Anliss Bjarkhamar, landsstýrismaður, takkaði fyri tilmælið og lovaði at gera sítt til, at arbeiðið heldur fram.
Áðrenn hann handaði landsstýrismanninum trilmælið, greiddi Petur Zachariasen, formaður í Múrnevndini, frá tí, nevndin hevur gjørt og gjørt av.
Hann segði frá, at ætlanin er at leggja eina sonevnda veðurverju yvir múrin. Hetta er í grundini sama ætlan, sum løgd varð fram av Fornminnissavninum longu í 1997 við onkrum smávegis broytingum. Men ætlanin byggir kortini á eina tillaging av teirri verklýsingini, segði Petur Zachariassen.
Í fyrsta uppskotinum var ætlanin at binda veðurverjuna inn í múrin, meðan hendan seinna ístaðin fer at festa verjuna í fundamentið undir jørð. Fyrireikingarnar til tað eru longu byrjaðar, og grivið er út fyri nøkrum av festunum.
Veðurverjan skal setast upp til at byrgja fyri regni og vindi eins og øðrum, sum virkar við til at bróta múrin niður.
Í fyrsta umfari verður tó bert gjørd ein lutvís veðurverja, segði Petur Zachariassen. Sett verður ein fýra faks verja upp á suðursíðuni á múrinum. Hendan skal so standa komandi vetur, meðan fylgt verður við, hvørja ávirkan hon hevur á niðurbrótingina, ella um hon steðgar hesari.
Komandi vár verður so verja løgd um allan múrin, har bygt verður á tær eygleiðingar, sum fara at verða gjørdar í vetur.
Ein fyribils tíðarætlan er løgd fyri arbeiðinum við at turka og granska múrin, og heldur hon, veðru veðurverjan væntandi tikin niður aftur á sumri 2007.
Men tað er ikki bara regn, sum fer illa við múrinum. Eisini vindurin tekur sín part, og tí verða gjørdar vindmátingar í Kirkjubø fyri á tann hátt at finna fram til, hvussu verjast kann í móti teirri ávirkanini.
Nevndin mælir eisini til , at kunningaátøk verða sett í verk soleiðis at áhugin fyri múrinum sum fornminni verður styrktur. Tann kunningin kann gerast bæði við skelting á staðnum, eins og faldarar, sum greiða frá múrinum og ørðum fornminnum á staðnum, verða gjørdir, segði Petur Zachariassen.
Tann, sum áhugaður er, kann eisini hyggja á heimasíðuna www.skulin.fo/peturz/avegis.pdf og har síggja tað ávegis tilmælið, sum gjørt er.
Seks fólk manna Múrnevndina. Tey eru umframt formannin, Petur Zachariasen, Símun Arge, fornførðingur, sum er næstformaður, Kirstin Eliasen, savnsstjóri, Marita Weihe, arkitektur, Jóannes Patursson, kongsbóndi og Jákup Thorsteinsson ráðgevi, sum eisini er skrivari hjá nevndini.










