Vegirnir verða ikki serliga nógv betri at koyra eftir næsta ár

Løgtingslimur harmast um at vegirnir eru so ringir - men tað verður ikki gjørt nógv við tað

Herfyri hevði Løgtingið drúgt kjak um, hvussu ringum standi vegirnir eru í. Men hóast øll ásanna, at tað er neyðugt at gera nakað við tað, verður tað ikki víst í verki. Tað sæst nú landsstýrið hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár, fyri Løgtingið.

 

Tilsamans hava vit 477 kilometrar av landsvegi í Føroyum og av teimum eru 32 kilometrar tunlar. Men harafturat eru Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eystur- og Sandoyartunlar, sum eru 33 kilometrar tilsamans.

 

Nú landsstýrið heur lagt uppskot fyri fíggjarlógin fyri næsta ár, fram, staðfesta tey, at játtanin til at halda landsvegirnar fyri, er, støðugt lækkað í nógv ár, samstundis sum at vit fáa alsamt fleiri vegir, umframt at størri krøv verða sett til dygd og trygd. Í 2018 roknaði Landsverk seg fram, at skulu allir vegirnir, allir tunlar, og allar brýr, fáast í nøktandi stand, fer tað at kosta 375 milliónir krónur.

 

– Alt ov lítið er játtað til at viðlíkahalda vegir, tunlar og brýr og tað er beyðugt at hækka játtanina næstu árini, sigur landsstýrið.

 

Tá ið Løgtingið umrøddi málið herfyri, varð upplýst, at í ár er ein millión sett av til at asfaltera landsvegir fyri. Tað kostar tvær milliónir at asfaltera ein kilometur, so tað røkkur til ein hálvan kilometur.

 

Les meiri her: Tað fer at taka 950 ár at asfaltera allar vegirnar í Føroyum

 

Landsstýrið sigur, at næsta ár verður játtanin hækkað. Verður talan um ein vanligan vetur, sum ikki fer at krevja óvanliga nógva kavarudding, verður meiri, skuldi Landsverk havt einar 13 milliónir at asvaltera fyri næsta ár. Tað skuldi so rokkið til at asfaltera 6,5 kilometur.

 

Herfyri reisti Edvá Jacobsen, tingkvinna, spurningin í Løgtinginum um, hvussu vánaligur Fuglafjarðarvegurin er, úr Norðragøtu, ígjøgnum Kambsdal og til Fuglafjarðar. Tá varð upplýst, at hann er 6,5 kilometrar langur, og tað kostar akra 13 milliónir at asfaltera hann.

 

Les meiri her: Tað treingir til at verða gjørt - men tey mangla pengar

 

Tað sær ikki nógv frægari út við almennu bygningunum. Landið eigur 185 bygningar, sum tilsamans eru 265.000 fermetrar stórir. Í 2022 vórðu 22 milliónir Játtaðar til at umvæla almennar bygningar fyri. Næsta ár er játtanin  27 milliónir. Men landsstýrið ásannar, at tørvurin er mangt slíkt og tí er umráðandi at játtanin verður hækkað næstu árini.

 

Harafturat eru nógvir bygningar illa bjálvaðir, soleiðis at orkunýtslan er óneyðuga stór. Landsverk hevur áður mett, at skulu allir bygningar fáast í nøktandi stand, fer tað at kosta 470 milliónir.

 

Landsverk hevur eisini roknað seg fram til, 32 brúgvar kring landið vóru í so ringum standi, at ábøtur mugu gerast beinanvegin. Í 2023 verður játtanin til endamálið, fimm milliónir, í ár var tað átta milliónir. Næsta ár verða eisini 7,6 milliónir sett av til trygdartiltøk, størri ábøtur og umvælingar.Tað er sama upphædd sum í ár – men í fjør var játtanin dupult so stór.