Vegirnir í Havn

Sum heild er veganetið í Havn á góðari leið, men tað eru vegir, sum eru út av lagi vánaligir, ja, enntá vandamiklir. At nevna allar vegirnar, sum mangla viðlíkahald, verður ov rúgvismikið, men læt meg tríva í tveir teir mest traffikkeraðu vegirnar í býnum, og sum als ikki eru tryggir at koyra á: Sundsvegurin og Velbastaðvegurin.

 

Sundsvegurin

Vegastrekkið frá Tórsbreyt og niðan til Vegin Langa er beinleiðis vandamikið. Hvør koyribreytin er um tríggjar metur breið, so har er ikki nógv pláss - hvørki fyri størri ella smærri akførum. Sum tey allar flestu hava merkt, eru einir 30-40 cm fram við rennikantinum á hesum vegapetti í so vánaligum standi, at í støðum verður ferðslan tvungin út á mittarstrikuna, ja, enntá út á mótsettu koyribreyt.

 

Velbastaðvegurin

Hitt vegapettið er Velbastaðvegurin frá nýggju rundkoyringini og til endan av ídnaðarøkinum. Hetta nógv traffikkeraða vegastrekkið - um man kann kalla tað so - er í so vánaligum standi, at ikki er vandaleyst at koyra har.

 

Ringu ferðsluumstøðurnar á hesum vegastrekkjum hava sæð soleiðis út í áravís. Tá ið nýggja Býráðið, sum vónandi kemur at síggja heilt øðrvísi út, enn tað, sum nú situr, tekur við eftir valið, er tað eitt krav, at tað ger eina skipan, so vegirnir í Havn koma undir dagligt eftirlit, so øll kunna føla seg væl og trygg á vegunum.

 

Birgar Johannessen, valevni fyri Framsókn