Vegarbeiði tarnar ferðsluni eftir Norðara Ringvegi og Gríms Kambansgøtu komandi dagarnar, boðar Tórshavnar Kommuna frá.
Undantikið bussleiðini, verður stongt fyri allari ferðslu í kvøld á ymsum teinum eftir Norðara Ringvegi. Tað snýr seg um øki frá Áargeil til Dalavegin, sum verður stongt fyri frá klokkan 19 í kvøld, og letur uppaftur fyri ferðsluni hósmorgunin klokkan 05.
Um vikuskifti verður eisini arbeitt við Grims Kambansgøtu, sum verður stongd fyri allari ferðslu leygardagin 22. juni frá klokkan sjey á morgni til klokkan 22.











