Vegir og tunlar stongdir í dag

Bilaferðsla verður avmarkað í dag í sambandi við Tórshavn Marathon

Í dag vera nógvir vegir og tunlar stongdir, tí Tórshavn Marathon verður runnið. Eitt nú verður Eysturoyartunnilin stongdur seinnapartin.

 

Tórshavnar kommuna boðar frá, at hesir vegir og tunlar verða stongdir í dag:

Kl. 12.30-19.30:

 

  • Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
  • Mylnugøta stongd
  • Tinghúsvegur stongdur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
  • Bringnsagøta stongd frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
  • Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
  • Áarvegur stongdur
  • Kopargøta stongdur
  • Havnargøta stongd
  • Yviri við Strond stongdur
  • Hoyviksvegur stongdur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
  • Eystari Ringvegur stongdur til Hvítanesvegin
  • Hvítanesvegurin stongdur til rundkoyringina við Vegin Langa

 


Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:

 

  • Eystari Ringvegur stongdur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
  • R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka bara einvegis ferðsla
  • Jónas Broncks gøta stongd
  • Bøkjarabrekka stongd frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu

 


Kl. 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:

 

  • Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin

 


Kl. 13.00 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:

 

  • Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn

 


Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:

 

  • Eysturoyartunnilin stongdur
  • Landsvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði

 


Kl. 14.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:

 

  • Kaldbaksvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks