Komandi 13 árini hevur samgongan stungið út í kortið eina løguætlan fyri vegir og tunlar á 1,577,6 milliardir.
Talan er um árini 2012 til 2024.
Fimm nýggir tunlar skulu gerast, og fram til 2024 eru settar av 385 milliónir til ein undirsjóvvartunnil í Sandoynna. Hetta er tó langt frá nóg mikið, men langtíðar løguætlanin hjá samgonguni gongur ikki longur fram.
Fyrsti tunnilin, ið farið verður undir, er Viðareiðistunnilin. Har eru pengar settir av longu í ár og í næsta ár, áðrenn gongd verður sett á boringina í 2014. Sambært ætlanini skal tunnilin standa liðugur í 2017, men pengar eru játtaðir fram til 2019, tvey tey seinastu árini 5,5 milliónir krónur.
Næstur á listanum er Hvalbiartunnil, sum farið verður undir í 2018. Hesin tunnil verður mettur at kosta 165 milliónir krónur, og skal verða liðugur í 2021.
Í 2021 verður so farið undir Tunlar norður um fjall, sum verða mettir at kosta 265 milliónir krónur og skulu standa lidnir í 2024. Um sama mundi verður esini sett gongd á tunnil úr gøtudali/Kambsdali til Skálafjørðin. Hetta arbeiði byrjar veruliga í 2022 og skal verða liðugt í 2024.
Eisini stór vegarbeiðir verða sett í gongd hesi árini, og eitt nú skal Dalsvegurin tryggjast og bøtast við tilsamans 45,5 milliónum krónum árini 2015 fram til 2022.









