Vegir heldur enn psykiatriskt sjúkrahús

Alt tað vit vita um, var tað familjan, sum tók sær av teimum sálarsjúku, men har hetta ikki bar til, og har tey vóru harðlig, var ein klivi á Amtshospitalinum, har hesi kundu avbyrgjast. Plássini vóru ov fá og í 1879 varð bygt afturat á Færøernes Amts Hospital, soleiðis at gerast kundu 4 klivar til sinnisjúk. Allarhelst er tað nakað áðrenn hetta, at møgu­­leikin gjørdist at senda føroyingar á donsk sinnis­júkrahús. Plásstrot var eisini har, og tað var trupult hjá føroyingum at fáa pláss á donsku sinnis­sjúkrahúsunum, og klivarnir á Færøernes Amts Hospital vóru ofta brúktir sum bíði­staður í mánaðir til ár áðrenn pláss varð.
Longi var arbeitt við ætl­anunum um at byggja eitt statshospital í Føroyum, men striltið gekk.
Tá flutt var í Dronning Alexandrines Hospital í 1924, vóru bara tvær cellur til sinnisjúk, í mun til fýra á “Gamla hospitali”, men var hetta tí at man tá roknaði við at ætlanirnar um at byggja statshospital vóru so langt frammi, at tað fór at koma heilt skjótt.
Í 1929 samtykti eitt samt Løgting, at forhandlast skuldi við statin um at hetta skuldi byggjast. Vit tosa í dag ofta um, at tað ofta er so nógv annað, sum verður raðfest frammanfyri psyki­atri­ina her heima, - men hetta er einki nýtt.
Í 1934 høvdu verið sam­ráðingar um statshospitalið, men í frásøgn verður greitt soleiðis frá:
“Man anser det for meget betydningsfuldt, at der paa Færøerne sættes Vejarbejder i Gang, og da de fornødne Tilskud hertil ikke kan opnaas i Forbindelse med de øvrige i Planen omhandl­ende Ydelser fra Stat­ensSide, foreslaar man, at Spørgsmålet om Opførelsen af et Sindssygehospital paa Færøerne udgaar af Planen for 5-Aars perioden. – At man af Hensyntil den her paa Øerne herskende alt­overvejende Interesse for Bygning afVeje (som der hersker stor Mangel af) er gaaet med til at udskyde Spørgsmaalet om Opførel­sen af et Sindssygehospital af den Overenskomst, der kom til at gælde for Fem­aarsperioden fra 1. April 1935, betyder ikke, at man anser opførelsen af Sinds­sygehospitalet for unød­vendigt, nej tværtimod. Man stod imidlertid over for en Tvangssituation, hvor man maatte vælge: Enten Tilskud til Vejbygning eller Opførelsen af et Sindssygehospital, og her Saa Lagtingets Repræsen­tanter sig med stor Betænke­lighed nødsaget til at vælge Tilskud til Vejbygning”
Tilgongdin gjørdist sera drúgv, men 29. oktober 1969 kundu so dyrnar lata upp á Statshospitalinum í Havn.

Tormóð Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum