Randi Jacobsen
Menninir, sum fríggjadagin arbeiddu í frystigoymsluni hjá Faroe Ship í Ánunum vóru enn ikki farnir heim, tá ið óhappið hendi.
Klokkan var 18, og teir stóðu sunnuanfyri húsið, tá i teir hoyrdu eitt ordans buldur.
Í fyrsta umfari góvu teir sær ikki far um, hvaðani buldrið kom, men tá ið teir fór niðanum, sóu teir at frystivøra var komin út gjøgnum veggin.
Hví óhappið hendi, er ógreitt, tí eingin var inni júst tá.
Nakrir plattar av frysum fiski vórðu koppaðir mót vegginum, og veggurin helt ikki. Nøkur element fóru út ígjøgnum og fiskurin aftaná.
Menninir skundaðu sær at sløkkja frystaríið og fingu sent boð eftir hjálp til at umvæla skaðan.
Á midnátt koyrdi frystaríið aftur.
Nøkur element brotnaðu úr vegginum, men nakrar fáar tímar seinni varð skaðin umvældur, og frystaríið koyrdi aftur










