Vegghamar í Listaskálanum

Ein framsýning hjá listamanninum Arnold Vegghamar letur upp í Listaskálanum fríggjadagin. Á aðrar leiðir - er heitið á eini framsýning hjá listamanninum Arnoldi Vegghamar, sum letur upp í

Listaskálanum fríggjadagin 17. september kl. 17.00

Á framsýningini verða nýggir og eldri málningar at síggja. Í sambandi við framsýningina gevur Listasavnið út bók á føroyskum, donskum og enskum, sum Dagmar Warming,cand.mag. MA og stjóri á Ribe Kunstmuseum, hevur skrivað tekst til.

Um listina hjá Arnoldi sigur hon m.a.: ?Víst er tað so, at landslagið kveikir hugin til at mála, men við úrslitinum, verkinum, koma vit inn í annan hugaheim. Vit síggja landslagið við nýggjum eygum. Í hesum finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslagsmálningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi.?

Líggjas í Bø, stjóri, letur framsýningina upp, og listamaðurin verður sjálvur til staðar á ferniseringini. Framsýningin verður opin til 24. oktober 2010.