Vegghamar í Seglhúsinum

Arnhold Vegghamar, listarmaðurin á Viðareiði, letur í dag upp framsýning í Klaksvík

Í dag klokkan 15 letur upp listarframsýning í gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Tað er Arnhold Vegghamar av Viðareiði, sum eigur framsýningina.

Arnhold Vegghamar er føddur í 1937. Hann er útbúgvin silvur- og gullsmiður og sjálvlærdur listarmaður.  Tíðliga í seksti árunum var hann saman við øðrum á skeiði í Havn í at mála hjá Jack Kampmann, Janus Kamban og Ingálvi av Reyni. Hann var longu farin av mála fyrrapartin av fimmti árunum, og síðani hevur hann málað nógv og telist í dag millum kendu listarmálararnar.

Hann hevur áður havt stakframsýning í Listaskálanum, og hann hevur eitt nú verið við í várframsýningini og ólavsøkuframsýningini og í framsýningum á norðoyastevnu. Uttanlands hevur Arnhold víst fram í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn, í Hirtshals og eisini í Sønderborg.

Arnhold Vegghamar hevur sín egna eyðkenda málingastíl, og motivini eru í nærumhvørvinum á Viðareiði og í Noroyggjum. Tá ið hann í 2012 fylti 75 ár varð skipað fyri stórum hátíðarhaldi á Viðareiði.

Framsýningin í Seglhúsinum í Klaksvík er opin fram til 31. januar.