Arnold Vegghamar er føddur í 1937. Hann er útbúgvin silvur- og gullsmiður og býr á Viðareiði.
Í Føroyum hevur Arnold Vegghamar m.a. havt stakframsýningar við málningum í Listaskálanum og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann m.a. sýnt fram í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.
Arnold Vegghamar málar náttúruna har norðuri á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar – tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum.
Framsýningin verður opin til 8. oktober, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.