Vegghamar á uppboði

Á marknaðardegi á Viðareiði verður ein málninur eftir Arnold Vegghamar seldur á uppboðssølu

 

Leygardagin verður skipað fyri marknaðardegi í skúlanum á Viðareiði. Tað eru 6. og 7. Flokkarnir, sum skipa fyri tiltakinum, nú tey savna pening inn fyri eini ferð til Íslands komandi vár.

 

Hesar seinastu vikurnar hava børnini, saman við foreldrum og lærarum teirra, lagt dagin til rættis, og eitt nú verður fiskibrunnur, biografur, café, tombola, lutaseðlasøla og loppurmarknaður á skránni.

 

 

Og so er eisini uppboðssølan av einum málningi.

 

Tað hevur eydnast fyriskiparunum at fáa fatur á einum málningi eftir Arnold Vegghamar, sum á henda hátt vil stuðla ferðini hjá bygdarbørnum sínum.

 

Sølan av málninginum verður skipað sum ein sonevnd ”meksikansk uppboðssøla”, har tann ið kemur við einum boði, bert skal gjalda munin í krónum millum sítt boð og tað boðið, ið varð

givið frammanundan. Er hepnið við keyparanum, kann málningurin soleiðis keypast fyri eina sera lítla upphædd.