Nógv umtalaða vegforðingin, norðanvert Sandavág, verður nú gjørd tryggari.
Í morgun byrjaði arbeiðið at gera veðforðingina tryggari. Tað var tann 4. apríl, at eitt ferðsluóhapp við vegforðingina kravdi eitt mannalív, eisini hava onnur óhapp verið síðan tá.
Ferðsluforðingin varð viðgjørd í landsveganevndini tann 19. mai. Landsferðslunevndin mælir til at gera fleiri broytingar á vegaloysnina í Sandavági, sum skulu betra um ferðslutrygdina. Nevndin mælir tó frá at taka ferðsluoynna burtur, tí tað verður mett sum eitt afturstig fyri ferðslutrygdina.