Í gjár misti ein partur av Havnini streymin, og SEV sigur soleiðis um orsøkina til hendingina á sev.fo:
Vegarbeiði við gamla Velbastaðvegin var orsøk til streymslit í býlingunum Millum Horna og undir Gráasteini í uml. tveir tímar seinnapartin mánadagin 24. oktober, tá tveir kaðlar vórðu grivnir av.
SEV skrivar, at streymurin var burtur í eini tveir tímar.
Streymurin fór um fýra tíðina og kl. 18 høvdu øll fingið streymin aftur, skrivar sev.fo.












