Arbeiðið við vegagerðini millum Skála og Strendur heldur fram. Í ár verður arbeitt fyri 5,7 milliónir krónur, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Samlaða vegalongdin á strekkinum er 5 kilometrar, sum vera mettir at fara at kosta 52 milliónir alt í alt, sigur Oyvindur Brimnes. Arbeitt verður hvørt árið so mikið, sum pengar verða játtaðir til, sigur hann. Í ár er játtanin so hesar 5,7 milliónirnar, og tá tær eru brúktar, steðgar arbeiðið.
Teir eru komnir til Gjógvará, har brúgv er gjørd. Men enn eru einar tvær stórar brýr eftir at gera, áðrenn komið er út á Strendur, sigur Oyvindur Brimnes. Arbeiðið, sum nú verður gjørt, ger byggifelagið Byggitek.
Oyvindur Brimnes sigur, at næsta ar verða helst fleiri pengar settir av til vegagerð, enn tað hava verið seinnu árini. Hugsanin er tann, at tað loysir seg betri at arbeiða skjótt, so vegirnir koma fyrr til nyttu, enn at toyggja arbeiðini fyri at spara pengar tey einstøku árini.
Men samlaða játtanin fer nokk ikki at hækka, heldur hann. Tað verður bara flutt innanhýsis, so vegirnir fáa hægri prioritering.