Vegagerðin heldur fram

Streymnes: Arbeiðið við vegagerðini millum Streymnes og Brúnna um Streymin hevur ligið stilt í eina tíð. Men sum skilst verður byrjað aftur um ikki so langa tíð, nú tað fer at vára.

Arbeiðið umfatar í stuttum at dagføra hetta 2,2 km. langa vegastrekkið, har ein samstundis gerð ein 10 metur breiðan veg við akslum. Eisini er ætlanin at dimensionera tað heldur knappa svingið, soleiðis at ein kann koyra við 80 km/t allan vegin.