Samrøða
Tað var bert ein listi, sum stillaði upp til bygdarráðsvalið í Leirvík hesaferð. Á listanum vóru 10 valevni, og Dánjal Andreassen varð fyrstvaldur við tilsamans 88 atkvøðum. Hetta var eitt gott val hjá Dánjali, men ikki met í atkvøðum. Á valinum undan hesum fekk Sjúrður Eliasen, sum hevur verið borgarstjóri í Leirvík seinastu árini, 92 atkvøður. Hann og trý onnur lótu seg ikki stilla uppaftur. Hini eru Tórhild Bjarkhamar, Guðrið Lava Olsen og Tummas Justinussen.
Hóast bert ein listi stillaði upp til kommunuvalið hesaferð, var áhugin fyri valinum stórur millum leirvíkingar. Valluttøkan var um 90%, og tað er stór luttøka.
Ein veljarafundur var í Leirvík eina viku fyri valið. Hesin var í skúlanum, og øll valevnini vóru við uttan tann eini. Stórur áhugi var fyri fundinum, har eini 120 veljarar nýttu høvi at lýða á og seta fram spurningar.
Høvuðsmálið á hesum fundi var vegaføringin í sambandi við, at Norðoyartunnilin verður liðugur og sambært ætlanini letur upp um smá tvey ár.
Tók ikki støðu
Dánjal Andreassen sigur, at hann á veljarafundinum legði stóran dent á, at málið um vegaføringina úr Norðoyartunlinum má loysast, áðrenn tunnilin letur upp.
- Men av tí, at eg ikki kenni tær ætlanir, sum frammi hava verið, til lítar, tók eg ikki støðu til, hvørja loysn, eg kundi hugsað mær, at vit fingu. Hinvegin gjørdi eg greitt, at eg eri hart ímóti, at vegaføringin verður løgd omanfyri bygdina og niðanfyri bygdarhúsið, har framtíðin við setahúsabygging í kommununi liggur. Hesi loysnini taki eg slett ikki undir við.
Dánjal sigur, at fleiri loysnir hava verið frammi, men hann er í løtuni ikki nóg væl kunnaður um tær fyri at kunna taka dagar ímillum hesar loysnir.
- Eg haldi, at fráfarandi bygdarráð hevur gjørt eitt gott arbeiði, og eg veit, at einasta ítøkiliga loysnin, sum er á "tapetinum" í løtuni, er ein tunnilsloysn undir Leirvíksbygd, sum løgtingið og fráfarandi bygdarráð hava samtykt skal fremjast.
Hann heldur, at fráfarandi bygdarráð hevur verið í góðari trúgv, men so hvørt, sum tíðin er liðin, er tað vorðið meira og meira ivingarsamt, hvussu nær tunnilsloysnin er.
Komandi borgarstjórin í Leirvík ivast stórliga í, um tunnilsloysnin verður framd í bræði, soleiðis sum fíggjarvánirnar í samfelagnum eru.
Skjót loysn
- Vegaføringin úr Norðoyartunlinum, sum nærkast í hvørjum, skal loysast sum skjótast, soleiðis at ferðsluviðurskiftini í Leirvík verða nøktandi, tá ið tunnilin letur upp. Vit kunnu ikki bíða eftir eini møguligari tunnilsloysn í fleiri ár, meðan ruðulleiki fer at valda á ferðsluøkinum. Tí mugu vit miðja eftir, at hesi viðurskifti eru loyst, tá ið tunnilin letur upp um sløk tvey ár.
Dánjal sigur, at hann kennir ikki nóg væl til tey uppskot, sum frammi hava verið um fjøruveg, men hann hevur hug at hella seg til eina slíka loysn ? og um ikki annað, soleiðis at hetta verður ein fyribilsloysn, til tunnilin undir bygdini kemur.
- Eg haldi, at tað, sum er avgerandi, er, at vit fáa eina skjóta og góða loysn, sum leirvíkingar kunnu taka undir við, sigur hann.
Tað hevur eisini verið frammi um at leggja vegaføringina úr Norðoyartunlinum omanfyri bygdarhúsið, men sum Dánjal hevur skilt, kunnu trupulleikar her standast av omankoyringini, tí hon verður nakað brøtt.
- Vegaføringin úr Norðoyartunlinum og gjøgnum Leirvíksbygd er tað málið, sum upptekur leirvíkingar mest og vit, sum nú eru vald at stýra kommununi næstu fýra árini, noyðast saman við landsmyndugleikunum at finna skjótastu og bestu loysnina.
Dánjal væntar, at hetta málið náttúrliga fer at fylla so nógv hjá nývalda bygdarráðnum, at tað má loysast beinanvegin, soleiðis at tíð og orka verður til onnur mál, sum arbeiðast skal við komandi fýra árini.
Halda fram
Hann fegnast um, at formaðurin í teknisku nevnd hjá Leirvíkar kommunu, Poul Andrias Joensen og Joen Magnus Rasmussen, sum eisini er limur í teknisku nevnd, framvegis eru í bygdarráðnum og halda fram í hesi nevnd ? eisini eftir 1. januar.
- Teir hava saman við øðrum, sum eru eftir í bygdaráðnum, alla ta vitan um hetta mál, sum nú einaferð er tøk, og vit fara saman at royna at finna skjótastu og bestu loysnina, sum fólk í Leirvík kunnu taka undir við. Eisini vænti eg, at fráfarandi borgarstjórin, Sjúrður Eliasen, er sinnaður at lata vitan, hann hevur um hetta mál, til okkum, sum fara at stjórna kommununi komandi fýra árini, sigur Dánjal Andreassen, komandi borgarstjóri, at enda.










