Vegaføring gjøgnum Leirvík - fyrimunir og vansar

Jógvan Páll Sevdal, Leirvík
_______

Nú upplatingin av Norðoyatunlinum av álvara er farin at nærkast, er enn ikki greitt, hvussu vegføringin leirvíksmegin skal vera. Fleiri møguleikar eru nevndir - nakrir skilabetri enn aðrir. Tað er væl skiljandi, at norðoyingar ikki hava svøvnleysar nætur av, hvussu vegurin fer at liggja í Leirvík, men vit leirvíkingar vilja hava eina haldgóða loysn, tí vit skulu liva við hesum vegnum í fleiri áratíggjur fram í tíðina. Nevnast skulu nakrir møguleikar, sum eru aktuellir.
1. 80 kilometur-vegur omanfyri bygdina - niðanfyri Brekkuna
Landsverk upplýsir, at vegtekniskt og koyriteknist er hetta ein góð loysn við einum sløttum og góðum vegi. Hann kann gerast í eini handavending og kann vera liðugur á sumri 2006, tá tunnilin eftir ætlan skal lata upp. Harumframt er hetta tann bíligasta loysnin hjá landinum at fremja.
Vansarnir eru tó fleiri, sum vit í bygdini ikki eru glað fyri. Fyri tað fyrsta fara vit at missa umleið 130 grundstykkir, har komandi ættarlið skal seta búgv. Harafturat verður bygdin býtt í tvey, soleiðis at nýggir býlingar niðanfyri og omanfyri vegin verða avskorðnir hvør frá øðrum av einum landsvegi.
Løtuvinningur.
Vit kunnu spyrja, hvør vil byggja hús tætt uppat einum sera hart trafikeraðum vegi, har lastbilar og trailarar fara at koyr dag og nátt? Hvussu við tryggleikanum hja tí komandi ættarliði - børnunum?
Flest allir leirvíkingar eru ímóti hesi vegagerð. Hetta er ein bíligari, men samstundis ein stuttskygd og lættfingin loysn, ið fer at vísa seg sum løtuvinningur.
2. 80 kilometur-vegføringin uppi á Brekkum
Hendan loysnin er ikki eins sannlík og tann fyrsta, ið nevnd varð. Hesin vegurin fer eisini at býta bygdina í tvey, tá bygt verður niðanfyri og omanfyri vegin vegin í framtíðini.
Trupulleikin við hesum vegnum er, at tað gerst ein lang mótbrekka frá tí lægsta punktinum inni í tunlinum og niðan á brekkuna. Hetta verður ein marra fyri lastbilførarar, sum fáa eitt nýtt Gøtueiði at baksast við. Verður vesturætt, og hann skýtur seg oman av fjalli standa eingir kalesjubilar og trailarar á hjólunum.
Ferðsluárin.
Oljunýtslan hjá serliga tí tungu ferðsluni fer at økjast, og tann tilsvarandi dálkingin økist. Brekkurnar gerast vandamiklar í hálku, og larmurin frá ferðsluni fer at nerva íbúgvar, ið búgva nærhendis.
Samanumtikið um 1 og 2
Samanumtikið kann sigast um hesar báðar fyrstu loysnirnar, at tær fara at skerja møguleikarnar hjá ungfólki at seta búgv í Leirvík og fara harvið at hava eina negativa ávirkan á vakstrargrundarlagið hjá bygdini sum heild. Møguleikarnir hjá kommununi at økja um skattagrundarlagið verða eisini skerdir munandi.
Grundstykkja møguleikar.
Bygdin fer at veksa niðaneftir, og bíðilisti er til grundstykkir í bygdini. Um ein av hesum loysnum gerst veruleiki, verða ungar familjur noyddar at byggja hús við ein hart trafikeraðan landsveg. Nógvar familjur setast í døgum aftur og vilja ikki byggja í Leirvík júst av hesi orsøk. Aðrar familjur eru í bíðistøðu og vilja síggja, hvussu leikur ferst í hesum málinum. Alt til stóran bága fyri vakstrarmøguleikarnar hjá bygdini.
3. Sænkaður tunnil gjøgnum bygdina
Hesin møguleikin hevur eisini verið umrøddur, og við hesi loysn gerst farleiðin gjøgnum bygdina styts. Minst viðlíkahald, minst larmur og minst vandi. Í sambandi við tryggleika er hetta eisini besta loysnin. Harumframt verða núverandi havnaøkið og havnaøkið á Kráartanga bundin saman.
Einasti tvørleiki við hesi loysn er, at dagliga arbeiðið á havnalagnum møguliga verður órógvað, meðan tunnilin stendur í gerð.
Vegurin frá tunnilsmunnanum.
Frá undirsjóvartunnilsmunnanum Leirvíksmegin eigur vegurin at liggja framvið sjóvarmálanum, sum hann nú er lagdur, tó uppnevileraður. Eigur at fara útav bakkanum umleið úti í Bólagerði, og haðani heim á Kráartanga, sum vegurin liggur nú. Úrslitið er, at eingin larmur fer at órógva eggjahúsini og tey úti á Sýnini.
Eri sannførdur um, at útinnanin av fjørðutunlaverkætlanini fer at taka størst atlit til verandi fjørðu, neyst og øðrum bygningum, sum møguliga mugu víkja fyri nevnda tunli.
Verður havnin tømd, kunnu allar ábøtur verða gjørdar og kanska samstundis dýpt.
4. Fíggjarviðurskifti.
Mett verður, at vegasambandið omanfyri bygdina er tann bíligasta loysnin. Í fyrstu atløgu kann tað tykjast sum ein skynsom loysn, sum tekur hædd fyri núverandi fíggjarstøðu landsins, meðan fjørðuloysnin er meira kostnaðarmikil, men besta loysnin í longdini. Um hugt verður fram í tíðina og hugsað verður um allar teir fyrimunirnar, ið fjørðuloysnin hevur, verður hetta tann mest skilagóða íløgan, ið fer at gagna bygdini sum heild langt fram í tíðina.
Tann bíliga loysnin - við øllum sínum vansum - er bert løtuvinningur.
5. Niðurstøða.
Í loysnini við fjørðutunlinum verður vegurin millum rundkoyringarnar hvørjumegin bygdina umleið 700 metrar. Vegurin niðanfyri brekkuna verður umleið 1800 metrar, og vegurin omanfyri brekkuna verður góðar 2 kilometrar. Upplýst er, at eingin til- og frákoyring verður millum rundkoyringarnar. Ei heldur kann nakar landsvegur bindast í bygdavegin uttan loyvi frá Leirvíkar bygdaráð.
Landsverk hevur nógv at siga í hesum máli. Stovnurin hevur nevndarlim í Noroyðatunlinum og samstundis skal stovnurin bæði geva Leirvíkar Kommunu og landsstýrismanninum tilmæli um, hvat er skilabest at gera. Hetta kann vera sera óheppi sæð í ljósinum av tí komandi trýsti um at koyrandi skal vera ígjøgnum tunnilin mai/ juni næsta ár, og harvið verður tað freistandi at trýsta bíligastu og langtíðar ringastu loysnina ígjøgnum.
Fjørðuloysnin er besta loysnin.
Stysta koyring.
Minstur vandi.
Minst viðlíkahald.
Minstur larmur.
Minstur dálking.
Størst tryggleiki.
Háttvirdur løgtingsmaður tók soleiðis til tá hann sá uppskotið um fjørðutunnilin:
Eitt "genialt uppskot" Og tað er júst tað, tað er. Lat okkum fáa fjørðutunnilin!