Vegætlanin verður slept

Runavíkar býráð skal í dag taka støðu til tilmæli um at broyta býarplanin, so ætlanin um veg omanfyri bygdirnar verður slept

Á býráðsfundi klokkan 17 í dag skal Runavíkar býráð taka støðu til tilmæli frá byggi- og býarskipanarnevndini um at broyta býarplanin.

Hetta snýr seg um lendi til vegin, sum í landsvegaætlanini seinastu umleið 40 árini hevur verið ætlaður at liggja omanfyri bygdirnar frá Søldarfirði og út til Runavíkar.

Í Runavíkar kommunu ásanna tey, at landsvegur neyvan verður lagdur í hesum lendi og liggur í vegin fyri øðrum ætlanum í økinum. Tí tekur byggi- og býarskipanarnevndin undir við tilmælinum frá teknisku deild um at fyrireika broyting av býarplaninum, har landsvegurin omanfyri bygdirnar verður tikin burtur úr ætlanini.

 

Nú Skálafjarðartunnilin verður fyrireikaður hevur einki verið at hoyrt um ætlanina um veg omanfyri bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum. Fyri nøkrum árum síðani varð nýggjur landsvegur lagdur omanfyri bygdirnar á vestara armi á Skálafjørðinum.