Ætlandi skuldi móttøkan verða klokkan 14 í morgin, men nú er endalig avgerð tikin um, at hon í staðin verður klokkan 16.
Christian í Grótinum verður undir landi í Føroyum í góðari tíð, men tað eru veðurvánirnar til sjálva móttøkuna í morgin sum arga.
Hann verður sunnan í ættini í morgin, men gongur seinnapartin upp í ein vestan. Tí verður mett, at løtan klokkan 16 passar væl.
- Øll eru hjartaliga vælkomin umborð, tá móttøkan verður, og her verða ongar avmarkingar, sigur Jón Rasmussen.
Skipari á Christiani í Grótinum er Bogi Rasmussen, og skipari á Norðborg er bróðurin, Jón Rasmussen.