Veðurútlit: 50 metrar um sekundið í Tasiilaq

Grønlands Politi og Tilbúgvingin heita á fólk um at taka øll møgulig fyrivarni, nú útlit eru til, at vindurin verður so nógvur.

DMI sigur frá ógvusligum ódnarveðri í gønlendska býnum, Tasiilaq, í annaðkvøld. 

 

Bæði Grønlands Politi og Tilbúgvingin í kommununi heita á fólkð í býnum um at halda seg innandura, tá illveðrið brestir á.

 

Borgararnir í býnum kunnu nevniliga vænta sær, at vindmegin kemur upp í einar 50 metrar um sekundið, og tað er rættilig ódn.

 

Men, sunnudagin fer at síggja betur út aftur, og sum seinnaparturin gongur kemur vindurin helst niður aftur í einar 10 metrar um sekundið.

 

Sagt verður, at tað serliga verður í annaðkvøld, at vindurin verður nógvur. 

 

- Klokkan 18 í morgin fer vindurin at liggja um 30 metrar um sekundið, og eftir klokkan 21 kann hann veksa heilt upp í 50 metrar um sekundið.

 

Grønlands Politi og Tilbúgvingin heita á fólkið í býnum um at taka øll møgulig fyrivarni, nú útlit eru til, at vindurin verður so nógvur.

 

Allar kommunalar deildir og stovnar, sum vanliga hava opið um vikuskiftið, fara at hava stongt, meðan ódnarveðrið leikar í.