Veðurtstovan: Betur veður seinni í dag

Út á dagin verður minni vindur

(Mynd: Ingi Sørensen)

Føroyska Veðurstovan sigur frá fitt av vindi fyrrapartin, men út á dagin minkar vindurin, og tað verður betur veður.

 

Veðurstovan sigur, at í dag vera 15-20 m/s av landsynningi og eystri við hvirlum. Samdrigið og regn av útsynningi, onkrastaðni sum vátakavi. Seinnapartin 5-10 m/s av útsynningi og suðri, og tað verður klárari. Í kvøld og í nátt vera 3-8 m/s av suðri og seinni av eystri. Támut ella skýggjað, onkrastaðni klárt. Hitin í dag millum 3 og 7 stig, í nátt millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Sunnudagin vera 13-18 m/s av eystri og landsynningi. Út á dagin samdrigið og ælaveður, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin verður millum 3 og 7 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)