Føroyska Veðurstovan roknar við, at tað verður lítið av vindi um vikuskiftið. Hinvegin verður møguleiki fyri ælaveðri og nakað av regni onkrar løtur.
Forsøgnin hjá Veðurstovuni er hendan:
Leygardagur
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum frá líður lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, út á náttina regn sunnaneftir. Hitin 9 til 13 stig.
Sunnudagur
Fyrst lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, skýggjað og regn. Sum frá líður frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.
Mánadagur
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið, í støðum kanska driv. Hitin 10 til 14 stig.











