Føroyska veðurstovan roknar við kaldari veðri, eftir at tað hevur verið heldur lýtt seinastu dagarnar. Frá týsdegnum og fram móti jólum verður hitalagið millum frostmarkið og nøkur fá hitastig.
Veðurstovan sigur, at í dag vera 3-8 m/s av útsynningi og vestri. Nakað av regni, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 3 og 7 stig.
Týsdagin vera 3-8 m/s av útnyðringi og norði. Nakað av sól, men onkur æl – sum frálíður kann tað verða sum vátakavi. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig.
Mikudagin vera 3-8 m/s av norði, seinni av 5-10 m/s av landnyrðingi. Nakað av sól, men eisini onkur æl – møguliga sum vátakavi. Hitin millum 1 og 5 stig.
Hósdagin, tollaksmessudag, vera 5-10 m/s av landnyðringi og norði, vaksandi upp í 8-13 m/s. Skiftandi skýrák og onkur æl, møguliga sum vátakavi ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Fríggjadagin, jólaaftan, vera 5-13 m/s av landnyrðingi og norði. Skiftandi skýrák, onkur æl, sum kunnu vera við vátakava ella kava. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.