Føroyska Veðurstovan roknar við, at tað verður fitt av vindi næstu dagarnar. Fleiri av døgunum verður upp í 20 m/s, og roknast kann við hvirlum við stormstyrki.
Veðurstovan sigur, at í dag vera 7-13 m/s av norði, í støðum upp í 15 m/s. Samdrigið og ælaveður – kann vera sum vátakavi ella kavi. Hitin verður millum 1 og 3 stig. Í nátt vera 13-18 m/s av útnyðringi og kavaæl. Hitin verður millum 1 kuldastig og 2 hitastig.
Mánadagin vera 15-20 m/s av útnyðringi, hvirlur verða upp í stormstyrki. Samdrigið og ælaveður við vátakava ella kava. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig.
Týsdagin vera 15-20 m/s av norði og útnyðringi, hvirlur vera upp í stormstyrki. Seinnapartin 8-13 m/s av norði. Hálvskýggjað ella skýggjað og ælaveður, sum kann vera við vátakava ella kava. Hitin verður millum frostmarkið og 5 hitastig.
Mikudagin vera undir 7 m/s av ymsum ættum, seinni av 13-18 m/s av landsynningi. Skýggjað og ælaveður, sum kann vera við vátakava ella kava. Um náttina fer at regna ella at kava av útsynningi. Hitin verður millum 4 kuldastig og 4 hitastig.
Hósdagin vera 13-18 m/s av landsynningi, seinni 3-10 m/s av útsynningi. Samdrigið og regn, í støðum vátakavi ella kavi. Hitin verður millum frostmarkið og 7 hitastig.
Fríggjadagin vera 6-12 m/s av vestri. Samdrigið og ælaveður, sum kann vera við kava ella vátakava. Út á dagin klárari í veðrinum. Um nátttina turt. Hitin verður millum 3 kuldastig og 5 hitastig.











