Veðurlamb slapp biltúr

Tað er meira sjáldsamt at síggja eitt veðurlamb í bakrútinum á einum vanligum persónbili.

Ein lesari hjá in.fo hevur sent okkum hesa stuttligu myndina av einum veðurlambi í bakrútinum á einum vanligum persónbili. 

 

Lesarin var á veg úr Eysturoy til Havnar og komin nakað suður um Landsfjósið í Kollafirði, sær viðkomandi okkurt undarligt flyta seg í bakrútinum á einum bili.

 

- Av berum forvitni koyrdi eg nærri bilinum, sum koyrdi framman fyri meg - og jú, mín sann; tað var eitt stórt veðurlamb - ella ein ær við hornum - sum setti høvdið upp í bakrútin.

 

Lesarin vísir á, at tað er einki óvanligt at síggja hundar í bili, men tað er meira sjáldsamt at síggja eitt stórt veðurlamb - ella eina hornuta ær - í bakrútinum á einum vanligum persónbili.