Oyggin Røst í Lofoten er størsta lundapláss í Noregi. Fyri 35 árum síðani vóru hálv onnur millión pør har, men nú eru bara 350.000, og tey seinastu sjey árini eru ongar pisur komnar undan. Fuglakøn siga, at ov lítið er av føði, at at fuglurin tí fer frá eggi og pisu.
Á oynni Runde longri suðuri var nógvur lundi fyrr, men har og í øðrum bjørgum sunnanfyri er næstan eingin fuglur eftir.
Serfrøðingar hjá norska havrannsóknarstovninum siga, at sjógvurin fram við norsku strondini er vorðin heitari orsakað av veðurlagsbroytingunum. Tað hevur við sær, at fiskasløg sum sild, makrelur, lodna og toskur hava flutt seg norðureftir. Lundin livir millum annað av smásild, men nú sildin hevur flutt seg, er minni føði til fuglin, og tí kemur so lítið undan, sigur havrannsóknarstovnurin.
Tað er ikki bara í Noregi, at korini hjá lundanum eru versnað. Gongdin hevur verið tann sama í Føroyum.









