Veðurlagsbroytingar á skránni á Torradøgunum

Veðurmaðurin á DR1, Jesper Theilgaard, fer at greiða frá veðurlagsbroytingum og vánunum um framtíðar veðrið.

- So eru torradagarnir skjótt aftur á skrá, nevniliga 16. - 20. februar, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari, sum hevur skránna um hendi, og leggur afturat.


- Meir verður at frætta um skránna seinni, men arbeitt verður m.a. við at fáa fiskivinnutingið á skrá. Annars verða vónandi tey kendu tiltøkini við framsýningum, framløgum, hugnaløtum, kvøldsetum og caféum. Opið skip á Draganum plagar at vera eitt afturvendandi tiltak.


Millum tiltøkini á Torradøgum í ár er eisini ein vitjan frá kenda danska veðurmaðurin á DR1, Jesper Theilgaard, sum plagar at hava týðandi leiklutir á veðurlagsráðstevnum úti í heimi. Hann kemur at greiða frá veðurlagsbroytingum og vánunum um framtíðar veðrið.


Meira verður at frætta frá torraskránni seinni.